Vinna

Næraberg farin til Eystur-Grønlands

...

2015-07-19 17:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Næraberg landaði hósdagin og fríggjadagin góð 2.500 tons í Kollafirði. Teir hava nú fiskað sildakvotuna og eru farnir til Eystur-Grønlands at fiska av grønlendsku makrelkvotuni.

Næraberg var á Fuglafirði leygardagin, har teir bunkraðu, tá ið liðugt var at bunkra seint leygarkvøldið loystu teir og settu kós vestur í hav.

Tað plaga at vera 43 mans við Nærabergi.

Les eisini: Eivind hevur gjørt góðan túr undir Íslandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder