2016-06-09 09:53
Næraberg sum hevur verið til fiskiskap vestanfyri Føroyar er á veg inn at landa.
Vit tosaðu fyri løtu síðani umborð, og sagt verður at teir hava 3200 tons av svartkjafti, sum verður landaður í Kollafirði. Landingin byrjar í morgin, Næraberg er í løtuni staddur beint vestur úr Sandoynni.
Teir byrjaðu túrin 25. mai, og fara til fiskiskap aftur tá ið tað er liðugt at landa, sum væntandi verður leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald