Nær verður barsilsfarloyvið longt til 52 vikur?
Í dag er altjóða kvinnudagur, og ein spurningur sum stingur seg upp í hesum sambandi er, nær vit kunnu vænta, barnsburðarfaloyvið verður longt til eitt ár ??? 52 vikur.
Ein annar spurningur er eisini, hvussu vit kunnu gera barsilsskipanina meira fleksibla, so at hon enn betri tryggjar javnstøðu millum bæði foreldrini.
Barsilsskipanin er ein tann týdningarmesta arbeiðsmarknaðarskipanin yvirhøvur, og eisini týðandi grundsúla undir javnstøðu millum kynini á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum. Skipanin er fíggjað av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og er øll sum hon er eitt fantastiskt frambrot.
Henda spurning reisti eg í Løgtinginum í dag. Landsstýrismaðurin svaraði, at inntøkurnar hjá grunninum skjótt loyva, at vit leingja farloyvistíðina nakað ??? og at tað sjálvsagt eisini ber til, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum taka saman lógvatak, og fíggja tað sum er eftir ??? so at vit røkka 52 vikum.
Málið er eitt ár so skjótt sum møguligt
Tað fyrsta henda samgongan gjørdi var at hækka barsilsfarloyvið við 6 vikum upp í 44 vikur. Tá hækkaði inngjaldið við 0,09 %.
Tað kann neyvan lýsast í orðum, hvussu stóran mun ein so lítil hækking í inngjaldi hevur gjørt í gerandisdegnum hjá øllum foreldrum at nýføðingum.
So mítt uppskot er, at vit so skjótt sum møguligt samtykkja, at okkara barsilsfarloyvi verður eitt ár. Og at vit harafturat fara undir eitt breitt og gott kjak um, hvussu vit dagføra hesa arbeiðsmarknaðarskipan, so at hon loysir tær avbjóðingar nýbakað foreldur møta í dag.
Fólkasamansetingin á rættari kós
Eitt av okkara høvuðsmálum var at bøta um skeivu fólkasamansetingina. Henda tað ikki munagóðar broytingar, verða avleiðingarnar í mun til samfelagsbúskapin og í mun til haldførið alt ov stórar í framtíðini.
Vit hava framt eina røð av átøkum, millum annað ein neyðugan skattalætta til lág- og meðallønt, veitt stuðul til familjur í fátækraváða, samtykt hægri lestrarstuðul, hægri barnafrádrátt og ikki minst hava vit longt barsilsfarloyvið úr 38 vikum upp í 44 vikur. Nú skulu vit upp á 52 vikur.
Og tað gongur sjón fyri søgn. Fólkatalið veksur aftur ??? og batar hómast í fólkatalssamansetingini. Bara í Tórshavnar Kommunu er talið av barnsburðum í 2016 økt við omanfyri 50 samanborið við 2015.
Hetta eru kanska týdningarmestu stórtíðindini í langa tíð.
Helena Dam á Neystabø, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald