2021-08-20 13:24
Nær kemur nýggja heimið til tey á Eirargarði?
Bygningarnir á Eirargarði 14 og 16 vórðu bygdir í 1970???unum og eru í ringum standi og ótíðarhóskandi í dag. Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett fyrispurning um, hvussu tað gongur við arbeiðinum at byggja nýtt heim til tey á Eirargarði.
??tlanin var at gera ymsar ábøtur á Eirargarði 14 og 16, meðan bíðað varð eftir nýggja heiminum í Reynstúni. Men enn er óvist, nær nýggja heimið verður liðugt. Eisini er óvist, hvørjar ábøtur verða gjørdar á Eirargarði, meðan nýggja heimið verður bygt.
- Tað er týdningarmikið fyri húsfólk, avvarðandi og starvsfólk á Eirargarði at vita, um ella nær tey kunnu vænta sær eitt nýtt heim og arbeiðspláss. Fólkini á Eirargarði hava bíðað leingi eftir ábøtum, og tí eru broytingarnar átrokandi, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Í frágreiðing løgmans á ólavsøku verður nýggja heimið í Reynstúni á Argjum nevnt sum ein ætlan, men einki verður sagt um, hvussu tað líður við arbeiðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald