Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri hevur sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum Høgna Hoydal fyrispurningar viðvíkjandi royndarfiskiskapi á Føroya Banka:
1)Hvørjar fiskiroyndir eru gjørdar á Føroya Banka síðan 2013
2)Heldur landsstýrismaðurin, at totalfriðingin av Bankanum seinastu nógvu árini hevur givið størri fiskastovnar, og eru prógv fyri, at meira fiskur heldur til á víðfevndu trol fríðu økjunum á landgrunninum, í mun til tey øki, har loyvt er at trola tíðaravmarkað ella alt árið.
3)Hvat var metta støddin av fiskastovnunum á Bankanum av toski, hýsu, skøtu, longu, svartkalva og havtasku áðrenn og aftaná friðingina.
4)Heldur landsstýrismaðurin, at vit røkja Føroya Banka burðardygt, tá vit ikki regluliga á hvørjum ári hava royndarfiskiskap við ymiskum fiskireiðskapi línu, trol og gørnum, fyri at kenna veruligu støðuna á fiskastovnunum.
5)Nær fer landsstýrismaðurin at krevja skipaðan royndarfiskiskap
Viðmerkingar
Spyrjarin hevði í 2013 spurningar um royndarfiskiskap á Føroya Banka og um tað bar til at undirfiska stovnar. Spurningarnir blivu tá svaraðir av Jákupi Vestergaard. Her er brot úr svarinum frá landsstýrismanninum:
???Tað er torført at svara spurninginum, um møguleiki er fyri at ???undirfiska??? fiskastovnar við tí fylgju, at hesir hava neiliga ávirkan á aðrar fiskastovnar, t.d. at havtaska etur tosk og hýsu. Eitt nú tí, at fiskiveiða er bara ein av nógvum faktorum, sum beinleiðis og óbeinleiðis hevur ávirkan á vistskipanina, og hvussu ymisku fiskastovnarnir eru fyri.
Kanningar vísa, at havtaska og toskur eta umleið líka ofta tosk, umleið ein tosk fyri hvørjar 50 ella 60 kannaðar magar. Havtaska kann eta umleið 12 % (í vekt) av toskastovninum á landgrunninum um árið (2001-2005). Toskur á landgrunninum etur somikið nógvan smáfisk, at tað hevur neiliga ávirkan á tilgongdina av smáfiski á landgrunninum. Ikki er greitt, hvussu nógvan smáfisk toskur etur á Føroya Banka, men tað er neyvan minni enn á landgrunninum. Við tað, at tað er meira av toski enn av havtasku á Føroya Banka, metir Havstovan, at toskur hevur størri neiliga ávirkan á tosk á Føroya Banka enn havtaska???.
Haldi at hetta svarið stuðlar uppundir skipaðan royndarfiskiskap við reiðskapi, sum er framleiddur til endamálið. Eisini er viðkomandi at kanna, um størri roynd skuldi verið eftir ávísum fiskasløgum, sum kunnu hava eina neiliga ávirkan á t.d. tosk.
Avreiðingarseðlarnir frá royndarfiskiskapinum á Bankanum hjá útróðrarbátinum Alberg í 2013 vísa sera góðan fiskiskap við húki, og talan var um fleiri fiskasløg.
Fyrispurningurin hjá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni verður væntandi svaraður á tingfundinum mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald