Politikkur

Nær er tað í lagi at gera mun á fólki

...

2021-11-29 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nær er tað í lagi at gera mun á fólki?


Tveir setningar hava verið nógv at hoyra í seinastuni. Tann eini er:

???Vit skulu ikki gera mun á fólki, tá tað snýr seg um koronapass???

Hin er:

???Koppseting er ein privat sak???

Tað er í lagi at brúka slíkar setningar, tá tað snýr seg um koronu, heldur samgongan. Men tá tað snýr seg um hvør kann elska hvønn, so halda somu fólk í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, at tað er okay at gera mun á fólki og halda, at tað er ein almenn sak.

Tað frættist nú úr Trivnaðarnevndini, at samgongan ætlar ikki, at børnini hjá samkyndum foreldrum skulu hava sama rætt sum øll onnur børn í Føroyum. Rættindini eru eitt nú foreldramyndugleiki, rætturin at arva, rætt til barsil og rætt til samveru.

Samkyndu foreldrini og børn teirra eru ein partur av okkara samfelag í dag. Við at nokta teimum rættindi er av álvara talan um at gera mun á fólki. Sum fólkavald hava vit ikki ábyrgdina av at taka støðu til, hvør skal elska hvønn.

Men vit hava ábyrgd av at syrgja fyri, at allir borgarar liva og virka á sama rættarliga grundarlagi.

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder