Í Vestmanna vunnu vestmannakvinnur stórsigur á Stjørnuni - úrslitið gjørdist 38-20, eftir hálvleiksstøðuna 19-9.
Tað var stórur munur á liðnum, tað sást frá byrjan, tá ið 20 minuttir vóru leiktir var støðan 14-5 - og góða gongdin hjá vestmannakvinnum helt á allan dystin.
VÍF liggur nú ovast í Hvonndeildini við 4 stigum fyri tveir dystir, Kyndil hevur eisini 4 stig, men Kyndil hevur leikt 3 dystir.
VÍF: Kristina Griksaite, Agnes Olsen 7, Brynja Jógvansdóttir 1, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 8, Beinta Sveinbjørnsdóttir 2, Marianna H. Jacobsen 9, Elin M. Stórá, Randi Virgarsdóttir 2, Daniella Joensen 4, Ronja Johannesen 1, Kathe Frederriksen, Lív Ingorsdóttir, Eilin Hansen 4 og Rakul Joensen.
Stjørnan: Ralulca Ungureauv, Raria Nesá, Durita Thomsen 5, Una Váðklett 1, Krristina Poulsen 1, Paula Leivsgarð, Ella Petersen 1, Jansy Jacobsen 1, Tóra Eliasen 2, Jórunn Nielsen 2, Marta Betric 3, Edel Hansen 2 og Simona Florea 2.
Støður:
5. min. 3-0
10. min. 7-3
15. min. 9-4
20. min. 14-5
25. min. 17-5
30. min. 19-9
35. min. 23-11
40. min. 27-13
45. min. 30-14
50. min. 33-17
55. min. 36-20
60. min. 38-20
Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald