FSF.fo skrivar: Landsliðið hevur havt sína síðstu venjing áðrenn dystin ímóti Rumenia. Lars Olsen verður í øllum føri noyddur at gera tríggjar broytingar á liðnum síðani seinasta dyst.
Seinast føroyska liðið var í dysti, var 14. november í fjør, tá Føroyar vunnu 1-0 ímóti Grikkalandi. Men tríggir av spælarunum, sum vóru við ta ferðina, verða ikki við ímóti Rumenia. Fróði Benjaminsen, Jónas Tór Næs og Hallur Hansson eru av ymiskum orsøkum ikki tøkir hesaferð. Tí skulu í øllum føri tríggir nýggir finnast til føroysku byrjunaruppstillingina ímóti rumenum.
Um hugt verður eftir undanfarnum dystum, sum føroyska A-landsliðið hevur spælt ímóti Rumenia, so stendur ein stór uppgáva fyri framman á Ilie Oana Stadion í Ploiesti. Fýra ferðir áður hevur Føroyar møtt Rumenia, og framvegis eiga vit okkara fyrsta stig til góðar.
Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til dystin sunnudagin, og vónirnar eru sum altíð góðar. Men umstøðurnar fyri einum góðum fótbóltsdysti eru nakað avmarkaðar á leikvøllinum í Ploiesti. Tað hevur regnað rættuliga illani í Rumenia seinastu dagarnar, og tað hevur sett sín spor í vøllin. Hinvegin kann væntast, at hýrurin á áskoðarafjøldini verður góður. Kring leikvøllin er pláss fyri umleið 15.000 áskoðarum, og sambært fyrireikarunum eru øll atgongumerkini seld. Hetta er fyrstu ferð í eini 40 ár, at Rumenia spælir landsdyst í Ploiesti.
Uppleggið hjá rumenska liðnum er at fáa eitt skjótt mál, og síðani stýra dystinum so mikið, at teir fáa øll trý stigini. Men, sum teir siga her, føroyingar eru vanir at spæla í regni, so tað verður væntandi ikki ein fyrimunur fyri heimaliðið, at vøllurin er vátur og tungur at spæla á.
EM-undankappingardysturin millum Rumenia og Føroyar byrjar klokkan 17:00 føroyska tíð. Rás2 fer at siga beinleiðis frá dystinum, meðan Kringvarp Føroya fer at vísa dystin beinleiðis í sjónvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald