2019-01-14 10:54

Stakkavík sum hevur verið til útróðrar suður úr Mykinesi fekk í nátt trupuleikar við motorinum, soleiðis at teir høvdu avmarkaða maskinorku. Teir settu kósina á Miðvágs har teir skuldu bunkra áðrenn leiðin gekk víðari til Klaksvíkar.
Bjargingarbáturin Sverri fór ímóti Stakkavík, og vóru hjá bátinum klokkan 5 í nátt. Teir fylgdu síðani Stakkavík til Miðvágs har bunkra var, og settu síðani leiðina ímóti Klaksvík. Teir komu tó ikki serliga langt, tí teir rendu seg fastan í ein aliring klokkan 6:45. Boð blivu aftur send eftir Sverra, og hálvan annan tíma seinni var Stakkavík fingin leysur úr aliringinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald