JN

Myndir: Umborð á nýggju Ruth

...

2021-07-21 18:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár vóru vit og vitjaðu umborð á nýggju Ruth, sum í løtuni liggur í Skagen, har skipið skal gerðast liðugt. Nýggja Ruth kom til Skagen í februar, og verður nú væntandi liðug fyrst í septembur.

Tað var í 2019 at føroyingurin í Skagen ??? Gullak Madsen ??? tók avgerð um at byggja eina nýggja Ruth, sum somuleiðis verður hansara 7. skip við navninum Ruth. - Les tað her

Tá ið vit í gjár vitjaðu umborð á Ruth, vóru nógv fólk til arbeiðis umborð, tey arbeiddu við at fáa skipið liðugt, ætlanin í 2019 var, at skipið skuldi vera liðugt í juli í ár.

Tað er Karstensens Skibsværft sum stendur fyri arbeiðinum at gera nýggju Ruth lidna. Tá ið flest arbeiða umborð eru eini 150 fólk tilarbeiðis.

Ruth er 89,35 metrar til longdar og er 17 metrar breið. Skipið kann læsta 4200 tons av svartkjafti.

Søgan í stuttum um skipini "RUTH" hjá Gullak Madsen.

Í 1988 var felagið sett á stovn, og var Ruth (1) keypt.

Í 1990 keypti felagið eitt skip úr Føroyum, og bleiv tað síðani umbygt. Talan var um Ruth (2)

Í 1998 kom Ruth (3) í flotan hjá felagnum.

Í 2005 keypa felagið Ruth (4).

Í 2016 var ein nýggj Ruth (5) tikin í brúk.

Í 2020 var Ruth (5) seld, og Ruth (6) gekk inn í handilin.

Í 2021 verður nýggjasta Ruth (7) tikin í brúk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder