JN

Myndir: U18 dreingirnir eru lendir

...

2016-08-22 20:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

U18 dreingir í hondbólti hava seinastu dagarnar spælt EM-kapping í Bulgaria. Føroysku dreingirnir taptu fyrsta dystin 20-19 móti Bulgaria. Og næsta dystin taptu teir 33-27 móti Turkalandi. Síðani vunnu teir stórsigur 31-20 á Luksemburg, og 30-25 á Finnlandi. 

Bólkaspælið hevði við sær at teir skuldu spæla um 3. plássi Makedonia, sum teir vunnu 33-32.

Føroyska liðið var styrkismett til at vera millum tey trý vánaligastu av teimum 11 liðnum sum vóru við í kappingini í Bulgaria, so sigast má, at dreingirnir hava klára seg sera væl. 

Myndamaðurin hjá JN.fo var á flogvøllinum tá liðið kom aftur til Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder