Mentan

Myndir: Turið krýnd sum Miss Universe Føroyar

...

2015-07-26 16:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Á Tórsfest í gjár var føroyska Miss Universe krýnd.

Turið Elinborgardóttir stillaði upprunaliga upp til donsku kappingina og slapp víðari til finaluna. Finalan verður 14. august og føroyska Laila av Reyni er ein av dómarunum, tað skrivar portal.fo.

Fyrireikararnir av Tórsfest søgdu í tíðindaskrivi í fyrradagin, at tá teir frættu at Turið var úr Føroyum varð avrátt, at hon skuldi sleppa at ogna sær almenna føroyska heitið Miss Universe Føroyar.

Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum krýndi Turið Elinborgardóttir um 22 tíðina.

Myndamaðurin hjá JN.fo var og tók myndir tá Turið fekk krúnuna á høvdið. Sí myndir niðanfyri.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder