2015-08-05 03:19
Í sambandi við at ítróttafólkini hjá ÍSB komu heim, eftir at hava luttikið á Special Olympics World Games í Los Angeles, bjóðaði ÍSB fyri móttøku á flogvøllinum í kvøld.
Røður vóru hildnar, eisini var høvið at heilsa upp á ítróttafólkini.
Tey 18 ítróttafólkini hava luttikið í boccia, borðtennis, svimjing, fótbólti og frælsum ítrótti. Tey hava vunnið tilsamans 11 heiðursmerki, umframt at fleiri teirra hava sett persónlig met.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald