Í morgun klokkan 10 skuldi 3. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2022 byrja í tinginum. Tað komu nógv broytingaruppskot til 3. viðgerð, og byrjaði tingfundurin ikki fyrr enn um 15 tíðina seinnapartin í dag.
Tað var gott lag í tinginum í kvøld millum tingfólkini, spenningurin er hvat hendir mánadagin. Tí seinasta mánadag vórðu trý uppskot frá anstøðuni um sammóðir samtykt, og koma tey fyri til 3. viðgerð nú mánadagin.
Tey trý uppskotini vórðu samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti, Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum vóru millum teirra, ið atkvøddu fyri uppskotinum saman við andstøðuni.
Lítla samgonga fór á fund á tinganesi eftir 2. viðgerð, og segði løgmaður, at arbeitt bleiv við einum uppskoti, sum alt tingið kundi taka undir við.
Tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fær undirtøku fyri uppskotinum arbeitt verður við ella um samgongan yvirhøvur kemur við einum broytingaruppskotið, tí bæði Annika Olsen og Jóhan Dahl hava sagt, at tey atkvøða líka við 3. viðgerð, sum tey bæði gjørdu við 2. viðgerð.
Løgmaður segði í Dagur & Viku í kvøld, at hann væntaði at tá ið mánadagurin var farin, so var eitt mál samtykt við javnbjóðis rættindum.
Tað kann merkja, at núverandi uppskot blíva samtykt.
Tað kann eisini merkja, at samgongan kemur við einum broytingaruppskotið, ið verður samtykt. Tað hevur ljóða at Fólkaflokkurin tekur Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard úr Landsstýrinum, og fáa tvey nýggj fólk í Landsstýrið. Jørgen og Jacob fara síðani í tingið, og tað ger at Brandur Sandoy og Annika Olsen mugu úr tinginum.
Spennandi verður mánadagin at fylgja við í løgtinginum.
Hvat ger løgmaður?
Hvat ger Fólkaflokkurin?
Hvat ger Miðflokkurin?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald