2016-08-28 21:52
Á Seinsummardegnum ið var í Sandavági í gjár, var kappast í livandi borðfótbólti. 8 lið vóru melda til við 6 leikarum á hvørjum liðið. Liðið Silvurnál vann kappingina, og var manna av Elias Christophersem, Sjúrður Ellefsen, Eiler Haraldsen, Rúna Olsen Ellefsen, Jákup Lauritsen og Jón Nielsen.
Livandi borðfótbólturin var soleiðis skipaður, at man hevði ein málmann, trý á miðuni og tvey í álopinum.
Silvurnál fekk gávukort frá Nest og gullheiðursmerkir fyri at vinna kappingina.
Myndirnar hevur Eyðun Myllá tikið.
Sí eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald