SÍF tók í kvøld móti EB, væntast kundi at dysturin fór at verða javnur, tí seinast liðini spældu endaði tað við javnleiki, men soleiðis bleiv ikki.
SÍF runnu snøgt sagt EB-spælarnar niður frá fyrsta bríksli. Longu eftir teir 7 fyrstu minuttirnar hevði SÍF skotið 8 mál, meðan EB hevði fingið 2 mál. Hálvleiksstøðan var 22-11. SÍF fekk eisini eina góða byrjan uppá seinna hálvleik, eftir 10 minuttir, hevði SÍF fingið 7 mál, meðan EB hevði fingið 3. SÍF vann dystin 41-23.
SÍF: Jákup Joensen, Uni Falkvard 4, Heini Falkvard 9, Eli Falkvard 3, Jóannis á Steig 12, Jákup Olaf Johanesen, Hørður Johansen 9, Eli Reynskor og Bjarni Dalsgaard 4.
EB: Silas Ejdesgaard, ??li Ejdesgaard 1, Tonny Kruse, Hans Jákup Magnusen 6, Ingmar Ellingsgaard, Eyðun Mørkøre 6, Fríði Kruse 1, Andras Jacobsen 4, Rói Olsen 3 og Rógvi E. Nielsen 2.
Støður:
5. min. 4-2
10. min. 8-4
15. min. 12-5
20. min. 15-6
25. min. 19-9
30. min. 22-11
35. min. 24-22
40. min. 30-14
45. min. 30-17
50. min. 35-20
55. min. 39-21
60. min. 41-23.
Dómarar: Jóanis Albert og Tóri Nielsen
Dómaraborð: Eina Gudmundsen og Rói E. Hentze
Myndamaður: Hanus Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald