Ítróttur

Myndir: SÍF vann spennandi dyst á Team Klaksvík

...

2015-11-28 04:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
SÍF tók í kvøld ímóti Team Klaksvík í 2. deild, dysturin varð leiktur í høllini á Giljanesi. Undan dystinum hevði SÍF fingið 2 stig fyri 5 dystir, og vóru teir tí botnlið í deildini. Team Klaksvík hevði fingið 6 stig fyri 5 dystir, og vóru teir á einum 3. plássi. Hesi bæði liðini spældu eisini seinasta sunnudag, tá vann Team Klaksvík 32-25.

Tað leikaði javnt á frá dystarbyrjan. Liðini fylgdust væl, og ongantíð var meira enn 1 mál á muni í fyrra hálvleiki. Team Klaksvík kundi fara til hálvleik við einari leiðslu uppá 1 mál, 11-12.  

Vinstrahendi Jóannis á Steig var stórspælandi í seinna hálvleiki, hann fekk ikki færri enn 6 mál í seinna hálvleiki, og var hann ein av orsøkinum til at SÍF vann seinna hálvleik 16-13. 

SÍF vann dystin 27-25, har spenningur var í øllum dystinum.

SÍF spælir aftur í morgin, tá EB kemur á vitjan. Dysturin byrjar klokkan 15:40.

SÍF: Jákup Joensen, Bjarni Dalsgaard 6, Uni Falkvard 3, Heini Falkvard 1, Silas Eysteinsson 1, Jóannis á Steig 9, Hørður Johansen 5, Regin Jørgensen 1 og Eli Reynskor.

Team Klaksvík: Andrias Frederiksberg, Jóannes Bjartalíð 3, Beinir Johannesen 8, Heri Johnsson 4, Martin Joensen 2, Ísak V. Staksá 1 og Jens Joensen 6. 

Støður: 
5. min. 2-2
10. min. 4-4
15. min. 6-6
20. min. 8-8
25. min. 9-9
30. min. 11-12
35. min. 13-14
40. min. 14-16
45. min. 19-19
50. min. 22-20
55. min. 24-22
60. min. 27-25

Dómarar: Jóanis Albert og Tóri Nielsen
Dómaraborð: Jóhan og Tórunn Nielsen
Myndir: Brandur Kjartanson

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder