Ítróttur

Myndir: SÍF og StÍF leiktu javnleik

...

2015-11-15 02:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

SÍF tók í kvøld móti StÍF, í 2. deild hjá monnum.

Tað vóru tvey jøvn lið á vøllinum, og dysturin var javnar so, at siga allatíðirnar. Strandingar høvdu tó munin meginpartin av dystinum, men SÍF lovaði teimum ongantíð at fáa eitt orduligt hol millum liðini. Tað gjørdist ein tungur endi hjá StÍF, tí seinastu 12. min. máttu teir spæla við bert 6 monnum, av tí at teir vóru bara møttir upp við 7 spælarum. Jógvan Berg fekk síni triðu útvísting tá 12. min. restaðu í, og kundi tí ikki sleppa á vøllin aftur. Tá var StÍF á odda 24-22. Dysturin endaði við einum 30-30 javnleiki.

Myndirnar hevur Rói E. Hentze tikið.

SÍF: Heini Falkvard, Uni Falkvard 12, Fríði Joensen 3, Regin Jørgensen 4, Jóannis á Steig 6, Rói Ehlers, Hørður Johansen 4, Ásmund Hansen og Silas Eysteinsson.

StÍF: Jóhan Abrahamsen, Jóhan Johansen 3, Edvin Jacobsen 10, David L. Denielsen 3, Jan Jansen 8, Jógvan Berg 6 og Steingrím Jacobsen.

Støður: 

5. min. 2-3

10. min. 3-6

15. min. 7-7

20. min. 9-9

25. min. 11-11

30. min. 13-13

35. min. 16-16

40. min. 19-20

45. min. 21-24

50. min. 24-27

55. min. 27-30

60. min. 30-30

Dómarar: Jóanis Albert og Tóri Nielsen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder