Vinna

Myndir: Seinasta ferðamannaskipið í ár

...

2017-09-20 07:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgin kom ferðamannaskipið Viking Sea á Havnina, og er tað eisini seinasta ferðamannaskipið ið vitjar Tórshavnar Havn í ár.

Viking Sea kemur henda vegin eftir at hava verið í Lerwick í Hetlandi, í kvøld fer skipið avstad aftur av Havnini, og tá fer tað til Reykjavík í Íslandi.

Viking Sea var tikin í sigling í fjør, og er tað heimahoyrandi í Bergen í Norra. Skipið er bygt í Italia.

Viking Sea er 227 metrar til longdar og 29 metrar breitt. Tað tekur 930 ferðafólk og manningin telur 550 fólk.

Næstseinasta skipið ið vitjaði Havnina í ár er systurskip hjá skipinum ið vitjar í dag.

Tað hava 47 skip vitja Tórshavnar Havn í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder