JN

Myndir: Próvhandan á Sjónámi í Klaksvík

...

2015-01-22 22:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag fingu 9 næmingar prógv á Sjónámi í Klaksvík. Talan er um eitt 5 mánaðar langt grundskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara. Ragnar Ludvig, deildarleiðari bjóðaði vælkomin. Andras Samson, skipsførari var gestarøðari og greiddi hann frá lívsleið síni av skúlabonki og til núverandi starv hjá Maersk. Eftir hetta segði Ragnar aftur nøkur orð og handaði síðani prógvini. Virðirlønir vóru latnar fyri besta próvtal. Andrias Steinberg fekk virðislønina fyri skipsatstøðarar og Stefan Gunnbjørnsson Joensen fyri dugnarskaparroyndina í sigling. Virðislønirnar vóru latnar frá Norðoyar Sparikassa og Eik Banka í Klaksvík. Dávid Mørkøre setti sín dám á hátíðarhaldi við sínum framúr klaverspæli og eftir hátíðarhaldið var ábit at fáa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder