2016-10-02 10:20
Eitt flogfar hjá Airbus av slagnum A321neo hevur í morgin royndarflogið í Vágum. Flogfarið kom úr Helsinki í Finlandi, og hevur roynt at komi niður móti flogvøllinum í Vágum tríggjar ferðir, tvær ferðir gjøgnum Sørvágsfjørð, og einaferð yvir vatni. Flogfarið setti seg ikki á Vága Floghavn.
Flogfarið hevur nú sett leiðini suðureftir.
Sí video her, tá eitt Airbus 320neo flogfar hjá Lufthansa setti seg í Vágum í summar.
Myndamaðurin hjá JN.fo tók myndir og video av tá tað royndi gjøgnum Sørvágsfjørð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald