2016-05-01 20:15
Tað var oddauppgerð á skránni við Margáir í dag, tá EB/Streymur tók móti 07 Vestur. Undan dystinum høvdu bæði liðini 19 stig, tó er EB/Streymur nummar í 1. deild, tí teir hava betri málúrstøku enn 07 Vestur.
Bæði málini í dystinum komu í fyrra hálvleiki. Fyrst var tað 07 Vestur ið legði seg á odda 0-1 við hjálp frá Árna Olsen hjá EB/Streymi ið gjørdi eitt sera vakurt sjálvmál, tað hendi í 35. minutti.
5. minuttir seinni javnaði Marni Djurhuus fyri EB/Streym til 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Við javnleikinum í dag koma bæði liðini uppá 20 stig, tað eru 4 fleiri enn hvat FC Suðuroy hevur á 3. plássið.
1. deild menn 2016
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | EB/Streymur | 8 | 6 | 2 | 0 | 28-6 | 20 |
2 | 07 Vestur | 8 | 6 | 2 | 0 | 19-5 | 20 |
3 | FC Suðuroy | 8 | 5 | 1 | 2 | 28-13 | 16 |
4 | Giza/Hoyvík | 8 | 5 | 0 | 3 | 18-13 | 15 |
5 | NSÍ II | 8 | 4 | 0 | 4 | 17-22 | 12 |
6 | KÍ II | 8 | 3 | 0 | 5 | 15-21 | 9 |
7 | HB II | 8 | 2 | 1 | 5 | 17-22 | 7 |
8 | Víkingur II | 8 | 2 | 1 | 5 | 6-18 | 7 |
9 | B71 | 8 | 1 | 2 | 5 | 9-23 | 5 |
10 | AB II | 8 | 1 | 1 | 6 | 8-22 | 4 |
Sí eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald