Í morgun kom tann fyrra av AW 139 tyrlunum til Føroyar, sum Atlantic Airways hevur gjørt sáttmála um. Atlantic Airways yvirtók hesa tyrluna týsdagin, og túrurin til Føroyar byrjaði í gjáramorgunin, tá kós var sett úr Lyon í Frankaríki og móti Føroyum. Á túrinum til Føroyar var steðgað tvær ferðir at bunkra. Tann seinna AW 139 tyrlan kemur í mars næsta ár.
Nýggja tyrlan hevur pláss fyri 15 ferðafólkum.AW 139 hava í neyðstøðum og undir sjúkraflutningi pláss fyri tveimum børum,umframt at tvey av manningini og fýra avvarðandi kunnu vera í kabinuni. Bell 412 hava einans rúm fyri einari børu, tveimum av manningini í kabinuni og trimum avvarðandi. Samanumtikið er nógv meira pláss til bjargingararbeiði umborð á nýggju tyrlunum.
Cruise ferðin hjá AW 139 er 260 km/t, og mesta ferðin er 303 km/t.
Nýggju tyrlurnar eru eisini útgjørdar við framkomnu RNP-tøknifrøðini, ið verður brúkt umborð á Airbus flogførunum, og sum ger tað møguligt at flúgva lægri og í verri sýni enn í dag. Atlantic Airways hevur í fleiri umførum leigað AW 139 tyrlur til eitt nú flúgving í oljuvinnuni, og tí hevur felagið longu manning við hollum kunnleika at handfara og flúgva AW 139.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald