2016-08-27 09:18

Í dag er Seinsummardagur í Sandavági, og samstundis hevur felagið fyri húsvognar -Camping.fo- endatreff fyri í ár.
Flestu húsvognarnir komu hósdagin til Sandavágs, meðan nakrir komu í gjár. Í alt eru umleið 80 húsvognar á Valloyruni, og við kirkjuna.
Sum myndirnar vísa, so standa húsvognarnir tætt, men borgarstjórin segði tá hon bjóðaði vælkomin til morgunmatin ið Vága kommuna og SÍF skipa fyri, at trygdin er í lagi, og at kommunan hevur sett brandmenn á vakt um húsvognarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald