Í Hvonndeildini vann Neistin tepran sigur á Kyndli í sera spennandi dysti í Høllini á Hálsi í kvøld, úrslitið gjørdist 15-16 eftir hálvleiksstøðuna 6-8 til Neistan - sigast má at teir 300 áskoðararnir fingu eina góða uppliving í Høllini á Hálsi.
Í fyrra hálvleiki komu í alt bara 14 mál, Kyndil fekk 6 og Neistin 8. Í seinna hálvleiki fylgdust liðini eisini væl, Kyndil kom uppá javnleik 10-10, men ongantíð framum, tað sum var sermerkt, var at einki mál kom tveir teir seinastu minuttirnar.
Neistin liggur fremst í Hvonndeildini og Kyndil er nr. 2 - sí yvirlit niðanfyr.
Kyndil: Maja Drogolubovic, Vár Thomsen, Súsanna Petersen, Bára K. Hansen3, Asleyg Sunadóttir, Bjarta Johansen 2, Gudrun R. Olsen, Anna Brimnes 5, Marianna G. Eystberg 2, Thurid A. Samuelsen 2, J. Dam, Randi Wardum 1 og Anja H. Hammer.
Neistin: Fríða Petersen, Lilja Mohr 2, Birita Jacobsen 3, Eir Berg 1, Ása Dam á Neystabø 2, Barbara Johannesen, Drós Ragnarsdóttir, Marjun Danberg 3, Nicoleta R. Hansen, Margith Weihe, Brynja Høj 3 og Jacklin Djurhuus 2.
Støður:
5. min. 2-2
10. min. 3-3
15. min. 4-3
20. min. 4-6
25. min. 4-8
30. min. 6-8
35. min. 7-9
40. min. 10-10
45. min. 10-13
50. min. 12-13
55. min. 13-15
60. min. 15-16
Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen
Áskoðarar: 300.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald