2015-05-29 22:06
Í samband við, at Dagfinn Petersen nú gevst í arbeiðinum, sum arbeiðsmaður og sløkkiliðsleiðari hjá Vága Kommunu, var almenn móttøka í kommunuhúsinum í Sandavági.
Dagfinn byrjaði í starvi hjá kommununi, sum umsjónarmaður við Miðvágs- Sandavágs Skúla í 1983, tað starvið røkti hann til nýggjur skúli kom á Nesinum, tá fór hann at arbeiða burturav sum sløkkiliðsleiðari og annars fyrifallandi arbeiði hjá Vága kommunu - hann gjørdist eisini sløkkiliðsmaður í 1983, men tað var í 1989 at hann tók við sum brandmeistaritað - starvið hevur hann røkt til nú - hann gevst fyri aldur.
Nevnast kann at Dagfinn Petersen eisini hevur gjørt eitt stórt arbeiði við skjúkraflutningi í Vágum, tað tíðina tá ið Vága Bjargingarfelag stóð fyri sjúkraflutninginum.
Sí eisini: Sløkkiliðini fagnaðu Dagfinni - myndir.
Nógv fólk var komið saman í Sandavági í dag, at heilsa uppá Dagfinn - Sí myndir niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald