2015-02-12 04:14
MB tók í kvøld ímóti granninum 07 Vestur, teir leiktu ein venjingardyst, sum var leiktur á MB-Arena.
MB fekk eina heldur ringa byrjan, tí longu eftir 1. min. var ein MB-spælari so óheldingur at hann skallaði bóltin í egi mál. 07 Vestur hevði alt spælið í fyrra hálvleiki, Uni F. Nielsen legði gesturnar á odda 2-0, Sjúrður Ellingsgaard skoraði til 3-0, Jákup Sveinbjørn Olsen skoraði til 4-0, Hørður Johansen skoraði til 5-0, og Beinir Guttesen kundi leggja gesturnar á odda 6-0, áðrenn dómarin bríkslaði til hálvleik.
MB kom betri við í seinna hálvleiki, teir kláraðu eisini at fáa tvey mál, Magni Joensen minkaði um munin til 6-1, og Rúni Jensen fekk pyntað uppá úrslitið til 6-2, sum eisini var endaliga úrslitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald