Ítróttur

Myndir: Kypros - Føroyar

...

2016-05-25 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Stórur spenningur er í finaludystinum Føroyar - Cypros

 Cypros hevur vunnið 1. og 2. sett, men Føroyar svaraði aftur og vann 3. sett.

Høllin er stúgvandi full og áskoðarnir geva føroysku leikarunum ein framúrskarandi stuðul.

Í fyrsta setti spældu føroysku kvinnurnar fult upp ímóti Cypros, men taptu 25-21

Í 2. setti var stórur munur á liðunum, alt eydnaðist hjá Cypros og einki hjá Føroyum - Cypros vann 25-14

3. sett byrjaði javnt, støðan gjørdist 5-5, men so fór Føroyar uppá 8-5, 10-5 og 14-7, so svaraði Cypros aftur og kom uppá 15-12, støðan gjørdist 18-16, 19-16, 19-17, 20-17, 20-18 og spenningurin í top, støðan 21-18, 22-18, 23-18, 23-19 og 24-19 og settbóltur til Føroyar, Føroyar koma uppá 25-19 og vinna 3. sett.

So varð farið undir 4. sett, Føroyar byrjaðu væl komu framum 1-0 og 2-1, men Cypros svaraði aftur komu uppá 4-6 og komu uppá 5-11, Cypros helt á og kom uppá 5-12, Jóan Petur og Kristian tóku timeout, góðu teimum føroysku nøkur borgarlig orð, men Cypros helt á - støðan 5-13 og 5-14, og brekkan gjørdist tung - Føroyar vinna settið og koma uppá 6-14, støðan 6-15 og 6-16, støðan 7-17, 7-18, 8-18, 9-18, 9-19, 10-19, 10-20, 10-21, 11-21, 12-21, 12-22, 12-23, 12-24, 13-24 og 13-25.

Cypros vann sostatt samanlagt 3-1 - Ein góð finala, har bæði liðini vístu stórspæl, settúrslitini gjørdust 21--25, 14-25, 25-19 og 13-25. - Føroyaka liðið er helst eitt tað besta flogbóltsliðið vit hava havt hjá kvinnum.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder