Í FTZ-deildini møttust Kyndil og Neistin í kvøld í Høllini á Hálsi. Í fyrra hálvleiki fylgdust liðini væl, tó at Kyndil lá frammanfyri tá ið farið var til hálvleiks, støðan var tá 14-12 til Kyndil. Tá ið 3 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá stoppaði alt upp hjá Neistanum teir fingu einki mál í 14 minuttir, ímeðan Kyneil tá hevði fingið 9 mál, harvið var dysturin vunnin - Kyndil vann eisini 30-23. Kyndil hevur nú eins nógv stig og KÍF, tey bæði liðini hava 8 stig í part og liggja nr. 3 og 4 í FTZ-kappingini.
Kyndil: Hans Arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen 2, Hjalti Bachman1, Daniel Edvardsen 11, Mlgden Meri Mjerimacka, Tórður S. Guttesen,Torvald Abrahamsen 1, Finnur Hansson, Ludvík Sunason 4, Tróndur Wardum, Bjarni Sørensen 4, Bartal Klein Olsen 4, Hjalti Mohr Jacobsen 2, Hørður Fannar Sigtórsson, Frank B. Askildsen 1 og Bárður Johannesen.
Neistin: Nicholas Satchwell, Bjørn M. Mohr, John í Innistovu 1, Julian Lava, Jón Ludvig, Rasmus Muller 2, Tommy Fletcher 4, Rói Berg Hansen 3, Sjúrður Thomassen 4, Herbjørn Lava 2, Beinir Davidsen, Pætur Mikkjalsson, Hjalti í Jákupsstovu 1, Torkil Mørk 3, Terji Mørk 1 og Teis Horn 2.
Støður:
5. min. 2-2
10. min. 6-5
15. min. 10-7
20. min. 11-8
25. min. 13-10
30. min. 14-12
35. min. 16-14
40. min. 19-14
45. min. 24-14
50. min. 25-18
55. min. 29-20
60. min. 30-23
Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.
Áskoðarar: 275
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald