2017-03-08 21:55
Kyndil tók í kvøld móti VÍF í FTZ-deildini, áðrenn dystin var VÍF nr 3 við 21 stigum, og Kyndil var nr 4 við 20 stigum, so man kundi vænta sær ein spennandi dyst.
Tað var VÍF ið skoraði fyrsta málið, men teir fóru ikki undan Kyndli, liðini fylgdust væl, og eftir 10 minuttir var støðan 5-5. Tá ið 15 minuttir vórðu leiktir hevði Kyndil vunnu sær eina leiðslu 10-8, men so svaraðu VÍF aftur, og komu á 10-11. Hálvleiðsstøðan var 17-17.
VÍF byrjaði seinna hálvleik betri enn Kyndil, og komu teir uppá 19-21. Kyndil kom síðani uppá 24-22 tá ið 48 minuttir vórðu leiktir. Fýra minuttir áðrenn dystarlok var støðan 26-24 til Kyndil, VÍF skoraði til 26-27 í tí seinasta minuttinum, og so hevði Kyndil seinasta álopið.
Kyndil fekk eitt 3-metrarkast tá ið 3 sek vórðu eftir, teir tóku tað, men Sámal Joensen gjørdi ein feil, og so var brotskast til Kyndil, og Sámal fekk beinleiðis reytt kort, tað fekk Julian Johansen, venjari hjá Kyndli eisini. Hjalti tók sær av brotskastinum og skoraði til 27-27.
Málskjúttar:
Kyndil: Hjalti 10, Tummas Pauli 8, Høgni 3, Bartal 2, David 2 og Tróndur 2.
VÍF: Filip 8, Áki 6, Rúni 4, Julian 3, Andrias 2, Sjúrður 1, Bjarti 1, Ingi 1 og Rói 1.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald