Team Klaksvík tók í kvøld ímóti KÍF. Fyrstu minuttirnar av dystinum sást ikki tann stóri munurin á liðnum, men sum fyrri hálvleikur leið, sást at tað fór at verða KÍF sum fór við stignum í kvøld, hálvleiksstøan gjørdist 6-13.
Í seinna hálvleiki øktist leiðslan hjá KÍF, teir vunnu eisini dystin við 16-27.
Sigast kann, at liðini ikki vístu tað stóra hondbóltspæli í kvøld, men at KÍF vann, tað var fult uppiborðið. KÍF liggur nú fremst í FTZ-deildini við 4 stigum fyri 2 dystir.
Team Klaksvík: Rasmus S. Magnusson, Kristoffer Rothaus, Niels Viggo Niclasen 1, Dánial Kjølbro, Hanus Norðberg 3, Vilhelm Vilhelmsen 3, Bogdan Florea 1, Beinir Johannesen, Einar Dam, Gilli N. Lorenzen, Andrias Ellingsgaard 1, Sámal à Tjaldrarfløtti 1, Jens Pauli Mohr 5 og Aksel B. Danielsen.
KÍF: Emil Dam, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 1, Fríði Weyhe, Tony Weyhe 1, Teitur Joensen 3, Hjalti H. Matras, Vilhelm Magnussen 1, Hans Eli Sigurbjørnson 6, Nicklas Selvig 8, Rógvi Weyhe 3, Jákup Trygvason 2 og Ási Dam 2.
Støður:
5. min. 0-0
10. min. 1-2
15. min. 3-5
20. min. 4-7
25. min. 6-10
30. min. 6-13
35. min. 9-14
40. min. 11-17
45. min. 12-18
50. min. 12-22
55. min. 13-25
60. min. 16-27
Dómarar: Gunnar Djurhuus og Jákup S. Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald