Ítróttur

Myndir: KÍ vann 1-0 á TB

...

2016-03-05 20:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í dag fór EFFO-deildin í gongd aftur. Tríggir dystir hava verið í dag.

B36 tók móti ÍF. Gestur Dam legði meistarnar á odda eftir bara 8. min., sum eisini var hálvleiksstøðan. Jógvan Andrias Nolsøe økti um leiðsluna hjá B36 eftir bert 4. min. av seinni hálvleiki. Bogi R. Petersen minkaði um munin fyri ÍF tá 60. min. vórðu farnir, men Jógvan Andrias Nolsøe skoraði til 3-1 bert tveir minuttir eftir málið frá ÍF. Sebastian Pingel staðfesti sigurin hjá B36 tá hann skoraði til 4-1 eftir 88. min., sum dysturin eisini endaði við.

Í Trongisvági tók TB móti KÍ, hesin dysturin átti at leikast í Klaksvík, men kavi gjørdi at dysturin var fluttur til Trongisvágs. KÍ vann dystin 1-0 við málið frá Heðin Klakstein, sum kom eftir at 30. min. Beint fyri leiklut fekk Sørmundur Kalsø reytt kort.

NSÍ tók móti HB. Ari M. Olsen legði HB á odda 0-1 eftir 10. min., sum eisini var hálvleiksstøðan. Klæmint A. Olsen javnaði til 1-1 tá 57. min. vóru farnir. Magnus Egilsson skoraði fyri HB tá 64. min. vóru farnir, HB vann dystin 1-2.

Myndirnar hevur Reidar Simonsen tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder