Ítróttur

Myndir: KÍ vann 1-0 á 07 Vestur

...

2017-05-28 21:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Klaksvík tók oddaliðið í EFFO-deildini  - KÍ - móti 07 Vestur, sum er undir niðurflytingarstrikuni.

Tað var KÍ sum byrjaði dystin betri, og løgdu teir seg eisini á spæli fyrru hálvu av fyrra hálvleiki. 07 Vestur kom betur við, og seinni helvt av fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á. Hálvleiksstøðan var 0-0.

Seinni hálvleikur var ikki gamal, tá ið Hjalgrím Eltør legði KÍ á odda 1-0. KÍ hevði tað meira spæli stóran part av seinna hálvleiki, men aftur kom 07 Vestur betri við seinni helvt av seinna hálvleiki. 07 Vestur kom eisini til onkran málmøguleika. Móti endanum av dystinum, luktaði tað av málið til 07 Vestur, men tað seinasta manglaði. KÍ vann dystin 1-0.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder