2017-05-06 11:00
Trolarin Karen kom á Miðvág í gjárskvøldið, teir eru komnir á Miðvág tí at ikki var pláss hjá teimum, at arbeiða á bryggjukantinum í Vestmanna, nú tað stundar til Bátastevnuna. Trolið á Kareni skal eftirhyggjast, og tí komu teir á Miðvág.
Karen hevur fingið nýggjar eigarar fyri stuttum, og var hetta túrur nummar tvey við nýggja navninum. Fyrsti túrur var hósdagin í síðstu viku, og seinni túrurin endaði í gjár, tá ið teir landaðu í Havn. Karen hevur henda túrin fingið 17.000 pund uppá 6 dagar, roynt hevur verið í I-kassanum. Tað mesta er toskur. Prísurin á toski liggur um 16-17 kr/kg.
Tað eru fýra ungir mans ið manna bátin, og ætlanin er at fara avstað aftur sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald