2017-01-14 15:10

Í morgun um 10-tíðina kom íslendska verjuskipið Thor til Ánirnar, skipið er flaggskipið hjá íslendsku sjóverjuni. Skipið var bílagt í 2006, og fimm ár eftir fingu íslendingar skipið. Tað er bygt í Chile.
Thor er 94 metrar langt, og 16 metrar breitt.
Skipið eitur eftir gudinum Thor.
Myndirnar hevur Eyðun Høgnesen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald