Í samband við Sørvágur fyllir 100 ár í ár, fer
kommunan at skipa fyri fleiri tiltøkum gjøgnum árið. Eitt av teimum fyrstu
tiltøkunum fór av bakkastokki í gjár, tá kommunan bjóðaði øllum skúlabørnunum
við foreldrum ella avvarðandi, inn til eitt stórt og spennandi tiltak í Sørvágs
skúla.
Yvirskriftin til tiltakið var: Hvat er gott
við at búgva í Sørvágs kommunu? ??? her undir bygdirnar: Sørvágur, Bøur,
Gásadalur og Mykines.
Sera nógv fólk vóru møtt upp, tá borgarstjórin
Sune Jacobsen, bjóðaði øllum at vera hjartaliga vælkomin. Síðani var gott
undirhald frá føroyska gyklarunum Ásbjørn á skránni. Ásbjørn hugtók øll børnini,
og var hansara framsýning bæði hugtakandi og stuttlig. Síðani segði formaðurin
í Vinnunevndini, Jákups Suni nøkur góð orð og so var orðið givið til Niclas
Hera, sum leiddi restina av kvøldinum.
Niclas Heri greiddi stutt frá um týdningin at
síggja tað góða og tað vakra, sum er í nærumhvørvinum og at vera takksamur fyri
alt ein hevur og er vælsignaður við. Men at tað eisini var í lagi, at seta orð
á alt tað sum ikki er gott og sum ein kundi ynskt var betur.
Foreldur og børn fingu nú at vita, at tey vóru
tað nýggja bygdarráðið í Sørvágs kommunu og at hvør familja nú skuldi skriva
niður og viðgera, hvat tey hildu manglaði í teirra heimstaði ella hvat tey høvdu
ynskt var betri. Dentur varð lagdur á, at børnini skuldu koma til orðanna og at
foreldrini skuldu geva sær tíð at lurta eftir, hvat børnini hildu. Familjurnar
tóku spurningin til sín og dúgliga skrivaðu tey síni ynskir niður. Eftir hetta,
so fingu familjurnar boð um at raðfesta øll teirra ynskir ??? og at velja 3 av
teimum ynskjunum, sum høvdu størsta týdning fyri tey, út. Tá hetta var gjørt,
vórðu øll ynskini savnaði saman og handaði Suna Jacobsen borgarstjóra. Sune
segði, at hann nú fór at hyggja eftir hesum ynskilistum og skuldi hann leggja
hesi ynskir fram fyri bygdarráðnum og út á heimasíður.
Síðani fingu familjurnar ein meira jaligan
setning at arbeiða við. Hvør familja skuldi nú hvør í sínum lagi, viðgera og skriva niður,
hvat tey heldur vera gott við at búgva í teirra heimstaði. Bæði vaksin og børn tóku
spurningin til sín og varð dúgliga skriva niður. Tá tey skriva eina rúgvu av
jaligum orðum um teirra heimstað, fingu hvør familja eina plátu, máling og
penslar ??? og skuldu tey nú mála á pláturnar, hvat tey hildu vera gott við at
búgva í teirra heimstaði. Dentur bleiv lagdur á, at tað skuldi vera kreativt og
at tað var upp til hvørja familju, um tey settu eitt orð ella ein heilan settning
á teirra plátu. Og aftur her fingu foreldrini boð um, at lurta væl eftir, hvat
børnini hildu.
Tá øll vóru liðug, vórðu allar pláturnar hongdur
upp inni í nýútbygda skúlanum. ??ll vóru samd um, at hetta var eitt gevandi og
jaligt tiltak. Onkur helt eisini, at tað var tað reina terapi at standa framman
fyri litríka vegginum, við øllum teimum vøkru og góðu orðunum sum børnini í
Sørvágs kommunu høvdu skrivað niður um teirra heimstað.
Eftir hetta bjóðaði kommunan øllum teimum, sum
luttóku til ein góðan nátturðabita.
Tað er Vinnunevndin, Sørvágs skúli og felagaði
Fegin v/Niclas Hera Jákupsson, sum í felag, samskipaðu hesum tiltakinum.
Ynskilisti hjá børnum, foreldrum og avvarðandi.
Spælipláss 27
Svimjihøll 19
Størri høll 14
Frítíðartilboð /
ungdómshús 12
Mat í kantinuni 11
Skoytibana 6
Betri
fótbóltsvøll 5
Ríðiskúli 4
Biograf 4
Súklubani 3
Dansistovu 2
Bussleið 2
Skreiðigøtu 2
Salt til brekkur
íløt 1
Skúlan lidnan 1
Listasavn 1
Summarlegur 1
Inni í skóm 1
Brúka allar
inngongdir 1
Golf 1
Undirhald av
ymiskum slag (13-16 ár) 1
Pláta at tekna á
í skúlagarði 1
Reinar áir 1
Bowling 1
Fimleikarafelag 1
Góð við hvønn
annan 1
Eldrabýli 1
Lægri gonguteigar 1
Fleiri
aktivitetir í hølum vit eiga 1
Hyl í skúlagarði
at fóðra fuglar 1
Ungdómskór 1
Reiggjur í
skúlagarði 1
Rennibreyt 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald