2016-05-19 20:47

Ferðamannaskipið Hebridean Sky kom til Føroyar tíðliga í morgun. Klokkan 8 legði tað at á Tvøroyri, og lá har til kl 17:30 seinnapartin. Tá tað setti kós móti Havnini.
Tað er nógvur vindur í kvøld, og Hebridean Sky sigldi vestanfyri Sandoynna ávegis til Havnar. Skipið legði at í Havn klokkan 21:30. Skipið fer víðari í morgin.
Skipið var bygd í 1992, men er bæði umbygd í 2014 og 2016. Tað tekur 114 ferðafólk, manningin telur 70 fólk. Tað er 91 metrar langt, og 15 metrar breitt. Skipið er heimahoyrandi á Bahamas.
Myndamaðurin hjá JN.fo tók nakrar myndir av skipinum, tá ið tað kom á Havnina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald