07 Vestur tók í dag móti HB á nýggja vøllinum á Dungasandi í Sørvági.
Sigast má, at 07 Vestur fekk eina dreyma byrjan uppá dystin, tá ið Søren Nielsen legði heimaliðið á odda 1-0 eftir brotsspark tá ið 7. min. vóru farnir. Rókur av Fløtum Jespersen javnaði fyri HB við einum sera góðum langskotið tá ið eitt gott korter var leikt av fyrra hálvleiki. Liðini spældu javnt upp móti hvørjum øðrum í fyrra hálvleiki, og hálvleiksstøðan var eisini 1-1.
Í seinna hálvleiki var HB nógv tað betra liðið. Aleksandar Stankov legði HB á odda tá ið 8. min. vóru farnir av seinna hálvleiki. Símun Samuelsen økti um munin løtu seinni til 1-3. Sebastian Pingel staðfesti sigurin tá ið hann skoraði eitt sera vakurt mál. Sí tær seinastu myndirnar, og forsíðu myndina. HB vann dystin 1-4.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald