2017-07-24 07:42

Í gjár vóru Jóhannus Hansen, Bergur Mikladal, Carolina Ciavaldini, Cedar Wright, James Pearson, og Yuji Hirayama á teimum báðum drangunum ið eru millum Tindhólm og Sørvágslandi. Sum eru Stóri drangur og Lítli drangur í Dragasundi.
Uppi í Stóra dranga, løgdu tey eina línu við síðunar av ketuni, sum var har áðrenn. So at gjørligt er at koma upp og leggja eina nýggja ketu á ein tryggan hátt. Tó sóu ketan og kongarnir sera gott út eftir at hava verið har í nógv ár - verður sagt.
Eftir tí at døma, sum klintrarnir hava kannað, eru tey tey fyrstu ið eru uppi í Lítla drangi.
Tey høvdu fingið loyvi at fara uppá drangarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald