KÍF tók í kvøld móti botnliðnum í FTZ-deildini.
Team Klaksvík spældu sera seinan hondbólt, teir brúktu nógva tíð í álopunum ígjøgnum allan dystin, tað gjørdi at einki tempo var í dystinum.
KÍF koyrdi nógv uppá skjótálop, og tað riggaði eisini væl, tó so, mistu teir nógvar bóltar í uppspælinum. KÍF vann 35-24 í einum minni góðum dysti.
Stóri spælarin henda dystin var Hans Eli Sigurbjørnsson, sum fekk heili 19 mál.
KÍF: Emil Dam, Andrias Nielsen 1, Fríði Weyhe, Poul Finnur Egholm 1, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnsson 19, Nicklas Selvig 4, Rógvi Weyhe 1, Rúni Joensen 5, Jákup Trygvason 1, Ási Dam 3, Pætur Hjørtur Skýlindal og Jaspur við Garð.
Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen og Magnus Jacobsen.
Team Klaksvík: Bent Áarskar, Aron K. Jacobsen, Hanus Norðberg 3, Dánjal Kjærbø, Niels Viggo Niclasen 1, Bogdan Florea 7, Beinir Johannesen 1, Gilli N. Lorenzen 1, Vilhelm Vilhelmsen, Andrias Ellingsgaard, Sámal á Tjaldrafløtti 7 og Jens Pauli Mohr 4.
Bonkur: Heri Johnsson.
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald