2015-07-13 00:29
Í dag hevur Seyðamansrenningin verið. Tað vóru 65 luttakarir við í kappingini, sum er frá Fjallavatnið til kirkjuna í Sandavági. Teinurin er í alt 13.6 km.
Hjá monnum var tað Hallur Holm ið vann, Hallur rann teinin uppá 56 minuttir og 56 sekund, næstur honum kom Hanus í Horni Nielsen, sum hevði tíðina 58:46. Jón Gregersen gjørdist nummar trý við tíðini 1:00:04.
Hjá kvinnum var tað Bjørk Herup Olsen ið vann. Bjørk rann teinin uppá 1 tíma og 52 sekund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald