Neistin hevði í kvøld vitjan av H71, sum er oddalið í FTZ-deildini. H71 setti seg beinavegin á dystin, og førdi eisini 4-1 eftir 12. min., tá tóku venjarnir hjá H71 time-out, teir hava allarhelst ikki verið nøgdir við gongdina. H71 fór til hálvleiks við einari 12-6 leiðlsu. Gongdin í seinna hálvleiki var tann sama, tó kom meira ferð á bóltin, og dysturin gjørdist eitt sindur betri. H71 vann dystin 26-16.
H71 spældi stóran part av dystinum við teimum, sum vanliga plaga at sita á beinkinum, men tað sá ikki út til at ávirka hvønn veg sigurin fór, tí Neistin hevði sera lítið at bjóða uppá til dystin í kvøld. H71 brúkti eina 3-2-1 verju, sum Neista-spælarnir høvdu sera torført við at koma ígjøgnum, tá teir komu til skot, stóðu málverjarnir hjá H71 væl.
H71 kundi lættliga vunnið við nógv fleiri málum.
Neistin: Nicoholas Satchwell, Bjørn M. Mohr, John í Innistovu 1, Julian Lava, Jón Ludvig 1, Rasmus Muller, Andras Joensen 1, Rói B. Hansen 3, Sjúrður Thomassen, Herbjørn Lava 4, Pætur Mikkjalsson, Hjalti í Jákupstovu 1, Beinur Davidssen, Torkil Henze 3, Terji Mørk 1 og Teis Horn 1.
Bonkur: Jónleif Sòlsker, Torstein Balle, Zeljko Jotic og Scott Harrington.
H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Johan Hoftgaard, Mark Lausen Marcher 2, Rúni V. Højgaard 4, Djóni V. Højgaard 2, Pætur Thomsen 3, Hans Kári Hansen, Oddur Bech 2, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø 2, Andor Sivertsen 1, Helgi Hoydal 2, Peter Krogh 2, Jónas Djurhuus 6 og Tróndur Arge.
Bonkur: Petur Mittún, Halgir Dahl Olesen, Jens á Skipagøtu og Petur Sivertsen.
Dómarar: Hannis og Uni Wardum.
Áskoðarar: 400
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald