
Vit tóku nakrar myndir tá ið skúlabørnini rudda í morgun.
Fríggjadagur 25. mai:
Borgarar rudda á egnum grundøki.
Kl. 16.00-19.00: Umhvørvisplássið er opið.
Kl. 08.00-11.30: Skúlin á Giljanesi hevur ruddingardag. Vísið teimum ans í ferðsluni!
Kl. 10.00-12.00: Barnagarðarnir hava ruddingardag. Vísið teimum ans í ferðsluni!
Kl. 18.00-19.30: Áhugaverd verkstova við Maud Wang Hansen; kom og fá íblástur til at gera tín egna kompostkassa, samstundis sum tú fært vitan um kompost; hvat kann komposterast? Eisini fer Maud at tosa um køkshava; hvat skal til, fyri at koma í gongd? Hvat kann fáast at trívast í føroyska veðurlagnum?
Stað: Bygdaskúlin í Miðvági; viðrar, vera vit uttanfyri.
Leygardagur 26. mai:
Borgarar rudda á egnum grundøki.
Kl. 14.00-19.00: Umhvørvisplássið er opið.
Kl. 09.30: Felags morgunmatur á skúlanum á Giljanesi.
Kl. 10.30: Vit seta niður trø uttan fyri skúlan á Giljanesi. Børn, foreldur og borgarar annars arbeiða saman. Havið spaka við. Eisini fara vit at hegna av, soleiðis at seyðurin ikki sleppur framat.
Kl. 13.30: Verkstova við Hjørdis Gregersen; høsnahald ??? hvussu komi eg í gongd? Hvat havi eg brúk fyri at vita? Sløg av hønum, verping, fóður o.s.fr. Við á verkstovuni verða ymisk sløg av hønum og høsnarungar, sum børnini kunnu síggja.
Kl. 14.00: Vit fara at grilla.
Tónleikur við Jórunn Gudmundsen og Hans Ravnsfjall.
Kunning um hjartastartaran; møguleiki fyri fólk við fyrstuhjálparskeið at tekna seg til skeið, at læra at brúka hjartastartaran.
Kunning um samvelting; møguleiki fyri at seta seg á lista til nýtslu av jørð til at velta á ??? at gera sær ein køkshava.
Sunnudagur 27. mai:
Vága Gongufelag skipar fyri gongutúri til Jatnagarðar; ein spennandi og fantastiska flottur túrur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald