2015-01-03 23:51
Dysturin á Giljanesi byrjaði kl. 15.
Dráttur vann 1. og 2. sett - ímeðan 3. sett var í gongd fór streymurin um alt meginøkið, tí var bíðað í uml. ein tíma - eftir at streymurin kom aftur, soleiðis at dysturin kundi halda fram. KÍF vann 3. og 4. sett, so 5 settari mátti avgerða dystin, tá vann Dráttur.
Í morgin verða tveir dystir í Eikliguni hjá kvinnum: Fleyr og Mjølnir hittast í Havn og KÍF og SÍ í Kollafirði.
Í Eikliguni hjá monnum verður ein dystur leiktur í Klaksvík í morgin, har hittast Mjølnir og Fleyr kl. 14.
Vit royna at fáa øll úrslitini frá vikuskiftinum við í morgin.
Les eisini HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald