2019-07-27 11:39

Brestir kom í dag heim undan Eystur-Grønlandi, har teir hava fiskað svartkalva. Brestir hevur 270 tons. Veiðan verður landa í Miðvági.
Brestir hevur 130 tons eftir at fiska av svartkalvakvotuni í Eystur-Grønlandi.
Veðrið hevur verið av tí fagrasta allan hendan túrin.
Tað eru 13 mans við Bresti, skipari er Tormann Niclasen úr Bø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald