JN

Myndir: 300 fólk vóru og fingu sær ábit frá Leif Sørensen

...

2017-05-19 16:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag frá klokkan 15:30 til 17:30 skipaði Fólkaheilsuráðið fyri átakinum "Etið saman", ið merkir at vera saman um matin, og at práta, lukta, smakka, tyggja og njóta matin saman.

Ljós var varpað á saft, kraft, broyskni og stundum ræst við dygdargóðum, leskiligum rávørum úr Føroyum og grannalondum okkara.

"Etið saman" var í sjey ymiskum støðum (sí niðanfyri), í Sandavági var tað í Pakkhúsinum úti í Gjógv. Tað var Leif Sørensen ið stóð fyri matinum, og lat hann væl at tá ið vit vóru framvið við myndatólinum. Leif segði, at tað høvdu sera nógv fólk vitjað í Pakkhúsinum, og helt hann at umleið 300 fólk høvdu verið og etið saman.

Tvøroyri - Seglloftið

Vági - Hotel Bakkin

Tórshavn - Perlutorgið

Fuglafirði - Riberhús

Klaksvík - Gamla Seglhúsið

Sandi - Kommunuskrivstovan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder