2016-06-25 15:49
07Vestur skrivar:
07 Vestur vunnu ein uppibornan sigur móti Víkingi, men tað sá leingi svart út, fyrst aftanfyri 0-1 og so við 10 monnum eftir at hava javnað. Tað ger sjálvsagt, at sigurin smakkar enn betri. Okkara mál skutu Tóki og Holgar.
Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig (Emil), Sigtór A. Petersen, Magnusarson, Torstein Mýlingstind; Petur G. Dalbø, Martin Tausen; Tóki á Lofti (Solomon), Jákup Sveinbjørn Olsen, Holgar Durhuus; Søren Nielsen.
Eyka: Solomon Kwao, Høgni E. Nielsen, Emil Mikkelsen.
Fótbóltslíkindini vóru av teimum allar bestu í dag, og vit fingu eisini ein sera spennandi dyst. Tvær útskiftingar vóru síðan leygardagin: Emil og Høgni byrjaðu uttanfyri, og Jóannis, á vinstra bakki, og Martin, á verjukenda miðvøllinum, byrjaðu í teirra stað.
Vit høvdu tveir stórar møguleikar fyrstu løturnar. Fyrst varð tað Tóki, sum slapp at skjóta við handaru stong eftir horna, men beint á málverjan. Og so varð tað Petur, sum skallaði beint framvið, aftaná langt innkast.
Gestirnir vóru ikki ofta frammanfyri miðjuna, hvørki í fyrra ella seinna hálvleiki, men fyrstu ferð, gjørdu vit eitt klossut fríspark í vandamiklari støðu, smáar 20 metrar uttanfyri brotsteigin. Víkingar gjørdu heldur ikki mætari enn at seta frísparkið beinleiðis í málið til 0-1.
Víkingar høvdu eina greiða ætlan um at verja leiðslumálið, og góða løtu aftaná málið, sluppu vit ikki framat málinum. Síðsta korterið av fyrra hálvleiki høvdu vit tó hópin av møguleikan at javna, men einki vildi.
Fyrsta møguleikan fekk Søren, sum lyfti upp um málverjan, men teir bjargaðu á strikuni. Tað var Jóanni, sum legði bóltin inn til Søren. Bert fá sekund seinni skeyt Holgar á yvirleggjaran.
Tóki og Jákup høvdu eisini stórar møguleikar, men ávívist skallaðu og skutu beint framvið. Fyrst eftir innleggi frá Torstein og so frá Holgar.
Fyrra hálvleik áttu vit sum hann var, burtursæð frá eina álopinum, sum eisini endaði við frísparki og máli. Hálvleikstøðan var sostatt 0-1, og lagt var upp til spennandi annan hálvleik.
Tað tók okkum eina góða løtu áðrenn vit fingu javnað. Víkingar lógu aftarliga og vardu væl og vit fingu ikki lirka verjuna upp. Teir høvdu eisini eina naska roynd, áðrenn vit fingu hol. Skotið kom tó úr spískum, og beint á Ivan.
Tá málið endiliga kom, var tað av tí góða slagnum. Holgar trekti framvið vinstra bakki og aftur móti baklinjuna. Hann hugdi upp og legði bóltin skrátt aftur til Jákup, sum fyrstu ferð legði bóltin aftur til handaru stong, har Tóki kom skreiðandi og setti bóltin í netið.
Eina løtu seinni gjørdist mótbrekkan enn brattari. Eftir fríspark var brádliga rok í. Linjuverjin veittraði og dómarin rann yvir. Tá teir vóru liðnir við samrøðuna, tók dómarin til reyvalumman og rópti Søren til sín. Hann virkaði rættiliga sannførdur tá hann gav Søren reytt fyri hevnisøku, og Søren mótmælti ikki. So vóru vit 10 menn.
Leikarar okkara skulu hava stórt rós, tí teir giraðu bara upp, og tað sást ikki, at vit vóru ein mann í undirtal. Og bert lítla løtu seinni, fingu vit ein stóran møguleika: Holgar dansaði aftur framvið vinstra bakki, sum bleiv so í ørvitið, at hann datt, og so hevði hann góða tíð at finna Petur inni í 5-metrinum. Tíverri rakti Petur ikki, og gestirnir fingi rudda vekk.
Løtu seinni fingu vit so endiliga avgerðandi málið. Torstein kom í góða støðu í høgru síðu, haðani hann sendi eina perfekta sending beint á pannuna á Holgar. Holgar rakti væl, men á yvirleggjaran og niður í vøllin. Hann varð tó sjálvur fyrstur á returinum og hamraði hann í netið til 2-1. Rómurin á leikarum og viðhaldsfólki var øgiligur - ikki so undarligt soleiðis sum dysturin hevði hætta sær.
Vit høvdu enn ein møguleika at skora, men skallarin frá Holgar fór beint framvið. Og móti endanum høvdu gestirnir enn eitt fríspark, úr somu støðu sum teir skoraðu frá, men skotið rakti múrin.
Tað bleiv ein sera spennandi dystur, hóast vit leikliga vóru væl og virðiliga omaná allar 90 minuttirnar. Men eisin tílíkur sigur gevur eina sera kenslu, og vitnar um góðan moral.
Mikudagin er longu aftur dystur, og aftur á heimavølli. Tá taka vit ímóti B71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald