07vestur.fo skrivar: Við 3-1 sigrið móti AB á Argjum, vunnu næstbestu hjá 07 Vestur gull í 3. deild og uppflyting, hóast tvey umfør eru eftir at spæla. Málini hjá 07 Vestur skutu Per Heinason, Jóannis á Steig og Sølvi Egilsson.
07 Vestur komu annars afturum í fyrra hálvleiki, men skoraðu 3 mál í øðrum hálvleiki. Fyrsta og útjavnandi málið skoraði Per Heinason, og síðan legði Jóannis á Steig 07 Vestur á odda. Sølvi Egilsson staðfesti úrslitið við triðjamálið okkara.
07 Vestur vinnur sostatt A-bólkin hóast tvey umfør eru eftir at leika, við 27 stigum uppá 10 dystir. 07 Vestur hava vunnið 15 av 16 dystum og eru nú 8 stig framman fyri næstbesta liðið hjá Skála og 17 frammfyri næstabesta liðið hjá FC Suðuroy (hetta skal tó takast við fyrivarni, tí nøkur úrslit hjá FC Suðuroy mangla).
Hjartaliga tillukku til venjaran Per Joensen, teir mongu leikararnar, ið hava stríðst á liðinum í alt ár, og til nevnd og fjepparar!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald