JN

Myndir: 07 Vestur vann 8-3 á HB

...

2016-05-07 16:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur er nýtt oddalið í 1. deild eftir stórsigur á HB í dag.

07 Vestur tók í dag móti teimum næstbestu hjá HB, 07 Vestur vann dystin á Dungasandi 8-3, eftir hálvleiksstøðuna 4-1.

Tað var Petur G. Dalbø ið byrjaði málveitsluna í Sørvági, Petur legði 07 Vestur á odda 1-0 eftir 22. minuttum. Tá ið 31. minuttir vóru leiktir, javnaði Rói av Fløtum fyri HB. Gunleif Magnusarson legði 07 Vestur á odda 2-1 eftir 33. minuttir, bara fimm minuttir seinni økti Jákup S. Olsen um leiðsluna til 3-1, og tá ið 42. minuttir vóru leiktir skoraði Martin Tausen til hálvleiksstøðuna 4-1.

Søren Nielsen fekk fyrsta málið í seinna hálvleiki, tá ið hann skoraði til 5-1 eftir 65. minuttir. Holgar Durhuus økti til 6-1 eftir 70. minuttum. Jónathan Hayfield minkaði um munin fyri HB fimm minuttir seinni til 6-2. HB hevði nógv illa fingið armarnar niðuraftur, tí eftir 76. minuttir skoraði Holgar aftur til 7-2. Martin Tausen gjørdi sjálvmál til 7-3, og Søren Nielsen setti punktum fyri málveitsluni í yvirtíðini tá ið hann skoraði til 8-3.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder