2016-04-27 20:45
07 Vestur tók í dag móti næstbesta liðnum hjá Víkingi. Einki mál kom í fyrra hálvleiki. Tá ið 20. minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki skoraði Søren Nielsen til 1-0. Petur Dalbø skoraði sítt fyrsta mál fyri 07 Vestur í dag, tá ið hann skoraði til 2-0, hetta var hansara 88 dystur. Gunleif Magnusarson staðfesti sigurin fyri 07 Vestur tá ið hann skoraði til 3-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
07 Vestur er nýtt oddalið í 1. deild. EB/Streymur spældi ikki í dag, vegna kava.
Myndirnar hevur Tóri Nielsen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald